- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eta mest neyta- og svínakjøt til døgurða
Tá borðreitt verður við heitum mati, eta vit mest neyta- og svínakjøt.
Fiskur er á øðrum plássi. Tó eta ungfólk nógv minni av fiski enn tey eldru.
Fólkaheilsuráðið hevur nú greinað tølini um matvanar hjá føroyingum í stóru fólkaheilsukanningini frá 2019. 3.000 vaksin fólk vóru við í kanningini.
Yngru aldursbólkarnir drekka nógv meira sodavatn enn tey eldru. Fleiri enn 20 prosent av monnum og fleiri enn 10 prosent av kvinnum, í aldrinum 18-29 ár, drekka sodavatn hvønn dag.
Og menn, í aldrinum 18-29 ár, standa fyri nærum allari nýtsluni av orkjudrykkjum.
Kvinnum dámar betur køku
Kvinnum dámar betri køku enn menn. Kanningin vísir, at 45 prosent av kvinnunum, í aldrinum 30-44 ár, eta køku og annað hvønn dag samanborið við 29 prosent av monnum í sama aldursbólki.
Fólk, sum eru yngri enn 45 ár, eta kips og skundverðir.
Tess eldri, vit eru, meira eta vit føroyskan mat, men stórur munur er á, hvussu ofta føroyskur matur verður etin, og hvar tú býrt í landinum.
Greiningin av kanningini sæst her: Føroyskir matvanar