- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara nú at seta landbúnaðarráðgeva
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trondur_leivsson.jpg?itok=M4VUB6bz)
Skjótt verður landbúnaðarráðgevi settur. Umsóknarfreistin var til 1.mars.
Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, vil ikki siga, hvussu nógvar umsóknir komu. Men umsóknir eru, sigur hann.
Rólvur Djurhuus var landbúnaðarráðgevi. Hann gavst í fjør summar.
Fyrst í hesum árinum fekk Búnaðarstovan eina reglugerð um landbúnaðarráðgeva. Slík reglugerð hevur ikki verið áður.
Til starvið sum landbúnaðarráðgevi krevst førleiki á hægri universitetsstigi sum landbúnaðarfrøðingur, við sergrein í evnum, sum eru viðkomandi fyri føroyskan landbúnað.
Formligur granskingarførleiki er ein fyrimunur.
Dentur verður lagdur á verkligar førleikar, og gott innlit í føroysk landbúnaðarviðurskifti hevur eisini stóran týdning, stendur í starvslýsingini.