Vága kommuna broytir reglugerð fyri grundstykki

Vága kommuna broytir reglugerð fyri grundstykki
Nú ber ikki til at siga nei meira enn tríggjar ferðir til grundstykki. Annars  verður viðkomandi fluttur aftast á listan
Vága kommuna krevur 10.000 kr. fyri at sleppa á bíðilista til grundstykki
 
10.03.2021 - 11:11

Vága kommunu hevur broytt reglugerðina fyri bíðilista til grundstykki í kommununi. 

Nú ber ikki til at siga nei meira enn tríggjar ferðir til grundstykki. Annars  verður viðkomandi fluttur aftast á listan. 

Eisini verður kravt at fólk rinda 10.000 kr. fyri at sleppa á bíðilistan. Gjaldið verður mótroknað, tá grunstykkið er keypt,  ella endurgoldið, um umsøkjarin fer av listanum.

Tá ið váttan er fingin fyri, at gjaldið er goldið, verður borgarin settur á bíðilistan til grundstykki.

Tey, sum longu standa á bíðilista, skulu rinda fyri 1. apríl.

Tey, ið ikki hava goldið tá, verða strikað av bíðilistanum, boðar Vága kommuna frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109