- Tíðindi, mentan og ítróttur
»Teir ómettiligu«: Stutt um málið
Í 2016 varð skattalógin í Namibia broytt. Hendan lógarbroytingin hevði við sær, at allir útlendskir sjómenn, sum fiskaðu í namibiskum sjógvi, skuldu rinda skatt í Namibia.
Men sambært Jóhannes Stefanssyni, varskógvara og fyrrverandi stjóra hjá Samherja í Namibia, slapp Samherji sær undan hesari lóggávuni, við at nýta føroysk feløg at rinda hýrirnar hjá ávísum sjómonnum hjá Samherja í Namibia - og vórðu hesir skrásettir sum manning á farmaskipum, fyri at sleppa undan hesari lóggávuni.
Og skjøl frá Wikileaks vísa, at flytingar eru ímillum feløgini Artic Nam og Marmaria Seafood í Namibia og føroyska felagið Tindhólm.
Trý farmaflutningsfeløg í Føroyum
Í miðdeplinum fyri hesari ákæruni er føroyska felagið Tindhólmur. Saman við hesum felagnum stovnaði Samherji - umvegis dóttirfeløg á Kypros - tvey onnur feløg í Føroyum, sum øll eru skrásett sum farmaflutningsfyritøkur. Talan er um feløgini Harengus og Scombrus. Øll trý feløgini fóru tó í sjálvbodna avtøku á vetri í fjør.
Jóhannes Stefansson greiðir frá í samrøðu við Kringvarpið, at júst Tindhólmur varð nýtt til hesa ólógligu fyriskipan, meðan hann var stjóri fyri namibiska virksemið hjá Samherja.
Bjørn á Heygum er nevndarformaður í hesum feløgum - men hann sigur seg einki kenna til hesar flytingar ella hesar ákærur frá varskógvaranum.
Teldupostsamskiftið avdúkar fund í Føroyum
Ímillum skjølini hjá Wikileaks, sum tú kanst lesa niðan fyri her, er eitt teldupostsamskifti millum fleiri leiðandi persónar hjá Samherja.
Talan er um Arnu Bryndis McLure, Aðalstein Helgason, Jóhannes Stefánsson, Ingvar Júlíusson, Jón Óttar Ólafsson - ein fyrrverandi løgreglumaður, sum starvast fyri Samherja - og Baldvin Thorsteinsson.
>> SÍ EISINI Sí dokumentarin: »Teir ómettiligu«
Samskiftið byrjar við, at Aðalstein Helgason skrivar, at hann hevur fingið eina greining av, hvussu nýggja namibiska skattalógin fer at ávirka útgoldnu hýrurnar hjá manningunum hjá Samherja.
– Skulu sjómennirnir fáa somu upphædd útgoldna sum frammanundan, fer tað at kosta Samherja nógv meir. Málið hevur skund, skrivar hann.
Jóhannes Stefansson svarar, at hann heldur, at málið er greitt, og at tað verður neyðugt at rinda skatt í Nambia nú. "Spurningurin er, hvussu langt vit vilja fara," skrivar Jóhannes Stefansson.
>> SÍ EISINI »Teir ómettiligu«: Her eru mest umráðandi skjølini
Aðalsteinn Helgasson svarar, at tað er uppgávan hjá Jóhannes Stefanssyni at finna út av tí. Verður veruleikin tann sami sum í teirra greiningum, hevur Samherji ein stóran trupulleiki við manning og útreiðslum. Men rinda teir ikki skattin, sum teir skulu, eru teir í stórum trupulleikum - í “deep shit.”
Samskiftið endar við, at Arna Bryndis McClure skrivar, at hon fer at hava ein fund við “Agli og Jónas úr Føroyum.” Hetta eru Egill Helgi Árnason og Jónas Sigmarsson, ávikavist nevndarlim og stjóra í Tindhólmi. Málið hevur skund, tí lógirnar eru longu komnar í gildi í Namibia, skrivar hon.
Her endar teldupostsamskiftið um bráðfeingistrupulleikan um skatting av hýrum í Namibia.