- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú eru 70 prosent borað
Nú eru 70 prosent borað
Í síðstu viku vórðu 89 metrar boraðir í Sandoyartunlinum, og nú eru boraðir 7.548 av tilsamans 10.785 metrum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sandoyartunnil1_0.jpg?itok=o23wCVbB)
Nú eru boraðir meira enn 7,5 kilometrar av Sandoyartunlinum
08.03.2021 - 16:18
Nú er tilsamans 70 prosent av samlaðu longdini í Sandoyartunlinum borað.
Í síðstu viku vórðu 89 metrar boraðir, og tilsamans eru nú boraðir 7.548 av tilsamans 10.785 metrum.
Í prosentum svarar hetta til, at 70 prosent av samlaðu longdini í Sandoyartunlinum er borað.
Longsti tunnil
Sandoyartunnilin verður longsti tunnilin í Føroyum, og eftir ætlan verður koyrandi í tunlinum í desember 2023. Mett verður, at 300 - 400 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið
Gongst sum ætlað, verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av síðst í hesum árinum.
Sandoyartunnilin er mettur at kosta 1,3 milliardir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV