3.312 fólk eru liðugt koppsett

bannari
3.312 fólk eru liðugt koppsett
Koppsett verður aftur í dag og kanska eisini í morgin
Nú eru 7.563 koppsetingar gjørdar
 
05.03.2021 - 11:22

Í gjár vórðu 168 fólk koppsett fyri koronu. 12 fingu fyrra prikið og 156 seinna. Fólk í serligum vandabólkum vórðu koppsett í gjár.

Nú eru 7.563 koppsetingar gjørdar. 4.251 eru koppsett fyrru ferð, 3.312 hava fingið seinna prikið, og eru sostatt liðugt koppsett.

Korona.fo skrivar, at koppsett verður aftur í dag og kanska eisini í morgin. Síðani verður ein stutt steðgur, meðan bíðað verður eftir meira koppingarevni, sum eftir ætlan kemur mikukvøldið.

Tað er framvegis eingin koronusmitta í landinum. 203 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið, og nú eru gjørdar tilsamans 282.834 koronukanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117