- Tíðindi, mentan og ítróttur
16 milliónir settar av til havgransking
Tey, sum hava hug at granska Norðuratlantshav, kunnu fáa upp í fýra milliónir krónur til tess. Lýst verður nú eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi.
Í umsóknarumfarinum 2021 verður dentur lagdur á gransking, sum er tengd at, men tó ikki avmarkað til ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.
Í mesta lagi fýra milliónir til hvørja verkætlan
16 milliónir krónur eru at søkja um. Ein triðingur, góðar fimm milliónir, eru ætlaðar til gransking í føroyskum sjógvi.
Í mesta lagi fýra milliónir krónur verða latnar til hvørja verkætlan. Dentur verður lagdur á samstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.
Granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum skulu hava samstarv um verkætlanina. Granskingarstovnar í øðrum londum kunnu vera, men tey skulu tá fíggja sín part.