- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungdómsráð skipað í Eysturkommunu

Eitt ungdómsráð verður nú stovnað í Eysturkommunu. Á býráðsfundi hósdagin í síðstu viku samtykti býráðið at skipa eitt ungdómsráð í Eysturkommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Sjey fólk skulu vera í ráðnum; eitt úr 6.flokki, eitt úr 7.flokki, eitt út 8.flokki, eitt úr 9.flokki og eitt úr 10.flokki og tvey umboð fyri Eysturkommunu.
Minst ein fund um árið
Í barna - og ungdómspolitikkinum hjá Eysturkommunu “Børn og ung - okkara felags ábyrgd”, sum varð samtyktur í juni 2018, stendur millum annað:
"At skipast skal ungdómsráð, har børn og ung hava møguleika at greiða býráðnum frá og siga sína hugsan."
Ráðið er ein hugskotsbanki, har børn og ung viðgera viðkomandi mál í samfelagnum. Ungdómsráðið hevur fund við býráðið minst einaferð árliga.