- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES og USA revsa russar eftir eitursmál

Evropasamveldið gjørdi longu mánadagin í síðstu viku greitt, at ein semja varð gjørd um, hvussu Russland skuldi revsast.
USA gjørdi í gjár, mikudagin, tað sama. Tað siga leiðandi embætisfólk í Hvítu húsunum í Washington, skrivar tíðindastovan, Ritzau.
Revsitiltøkini hjá ES raka fýra russar. Teirra millum Aleksander Bastrykin, sum stendur á odda fyri eina kanningarnevnd, sum vísir beinleiðis til russiska forsetan, Vladimir Putin.
Revsað eftir nýggjari fyriskipan
USA hevur eisini sett revsitiltøk í verk, men landið vil ikki út við nøvnunum hjá teimum sjey fólkunum, sum verða revsað í málinum.
Tveir serfrøðingar hjá ST komu fyrradagin til ta niðurstøðu, at tað vóru russar, sum eitraðu andstøðuleiðaran, og at nervaeitrið novitjok varð brúkt fyri loypa ótta á fólk.
Revsitiltøkini hjá ES eru sett í verk eftir einari nýggjari fyriskipan, sum kom í gildi í desember í fjør, og hetta er fyrstu ferð, nýggja fyriskipanin verður brúkt.
Inn at sita í hálvttriðja ár
Nýggja skipanin gevur ES møguleika at revsa einstøk fólk, um tey eitt nú hava framt brotsverk móti mannaættini.
Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, varð eitraður í august í fjør, og hann kom aftur til Russland í januar.
Navalnyj varð tíðliga í februar fongslaður, tá ein dómstólur broytti ein treytaðan dóm til trý og eitt hálvt ára fongsulsrevsing.