- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðan kemur ikki heilt óvart á Strandferðsluna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20190621_nolsingar_og_ssl_0126.jpg?itok=jsUcZz_a)
Tað siga Strandfaraskip landsins sjálv. Støðan á Nólsoyarleiðini kemur ikki heilt óvart á Strandferðsluna. Strandfaraskip landsins hava í nógv ár ávarað um, at hendan støðan kundi koma.
Strandferðslan gjørdi 2012/2013 eina langtíðar íløguætlan fyri viðlíkahald fram til 2023. Men, sigur stovnurin, so at siga allar tilráðingar hava verið til fánýtis fram til 2020.
Í 2018 sendi Strandferðslan Samferðslumálaráðnum eina umvælingarætlan fyri Ternuna, sum var illa tærd. So illa, at hon misti siglingarloyvið 30.september í fjør.
Umvælingarætlan gjørd í 2018
Ternan fekk tó loyvi at sigla í 20 dagar afturat, meðan bíðað varð eftir Erlu Kongsdóttur. Ternan skuldi umvælast í fýra stigum á sumri 2019, 2020 og 2021.
Hevði umvælingarætlanin frá 2018 verið tikin í tí álvara, sum Strandferðslan vísti á, hevði støðan á Nólsoyarleiðini verið ein heilt onnur í dag, siga Strandfaraskip landsins.
Strandferðslan hevur ár eftir ár roynt at fáa neyðuga fígging til at stýra alneyðugum viðlíkahaldi. Hetta júst fyri, at tað ikki skuldi gerast viðlíkahald, sum stýrir Strandferðsluni, sigur stovnurin.