Skrásetingin: Nógvir feilir í roknskapum

Skrásetingin: Nógvir feilir í roknskapum
Feilir vóru í 26 roknskapum, sum er 43 prosent av samlaðu roknskapunum
Skrásetingin kannaði 60 roknskapir fyri 2019, og 27 høvdu grannskoðaraátekning
Mynd: Savnsmynd  
 
02.03.2021 - 09:24

Nógvir feilir eru í roknskapunum hjá føroyskum fyritøkum. Í næstan øðrum hvørjum roknskapi, sum varð kannaður í fjør, vóru týðandi feilir.

Tað sigur Skráseting Føroya, sum kannaði 60 roknskapir fyri 2019.

27 teirra høvdu grannskoðaraátekning og 33 ikki.

Samanumtikið vóru feilir í 26 roknskapum, sum er 43 prosent av samlaðu roknskapunum.

Í sjey roknskapum, sum grannskoðarar høvdu grannskoðað, vóru feilir.

Hava stovnað níggju mál

Umframt hesar stakroyndirnar, hevur Skrásetingin í sambandi við móttøkueftirlitið við ársfrásagnum stovnað níggju mál. 

Hesi mál eru øll um áogn hjá nærstandandi pørtum, men nøkur mál eru um onnur viðurskifti eisini. 

Afturat hesum eru 12 vegleiðingarskriv send út til feløg viðvíkjandi ársfrásøgn felagsins fyri 2019.

Tann 31.desember 2020 vóru 3.483 feløg skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155