- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú byrjar arbeiðið at gera nýtt sambýli
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sambyli_a_myruni.jpg?itok=kDpfhbJB)
Nýggja sambýlið á Mýrini er til fólk við menningartarni, og verður bygt, har tað frammanundan var eitt sambýli í tveimum sethúsum. Tey vóru tó í so ringum standi, at tey máttu takast niður. Nýggja sambýlið er til 18 búfólk, og verður sniðgivið og bygt til endamálið.
Sambýlið fevnir um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørji eind. Tvær eindir fevna um sjálvstøðugar íbúðir á umleið 40 - 50 fermetrar. Knýtt at hvørji av hesum báðum eindunum verður køkur/stova.
46 milliónir krónur játtaðar
Triðja eindin fevnir um vanligar tvey-rúms íbúðir, sum eru umleið 55 fermetrar brutto við egnari inngongd. Fyri einum mánað síðani samtykti løgtingið einmælt at játta 46 milliónir krónur til at byggja nýggja sambýlið á Mýrini.
Í tí sambandi upplýsti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, at arbeiðið, at byggja nýggja sambýlið, verður boðið út í mars, og lisitatiónin verður í apríl. Farið verður undir byggja í juni, og klárt verður at flyta inn umleið september/oktober næsta ár.
Tiltakið klokkan 15 í dag er fyri innbodnum. Tað verður stjórin í Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, ið bjóðar vælkomin og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ber fram røðu og loysir síðani fyrsta flagið.