- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendsk børn í Danmark oftari tvingsilsflutt

Í 2019 vórðu 134 børn og ung av 1879, sum eru fødd í Grønlandi, men sum nú búgva í Danmark, umsorganaryvirtikin. Tað skrivar Kristeligt Dagblad.
Tað er umleið sjey prosent, meðan talið fyri donsk børn, sum eru umsorganaryvirtikin, bara var eitt prosent í 2019, vísa tøl hjá danska Almannamálaráðnum.
Talið fyri børn hjá foreldum, sum hava sín uppruna í miðeystri ella aðrastaðni uttan fyri Vesturheimin, liggur eitt vet hægri enn fyri tey donsku børnini. Umleið 2,3 prosent av teimum børnunum eru umsorganaryvirtikin.
Orsøkin er, at nógv grønlensk foreldur eru einsamøll, ófaklærd og oftani arbeiðsleys, sigur Marianne Skytte, sum undirvísir á sosialráðgevaraskúlanum í Nuuk.