- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sarkozy í fongsul
Sarkozy í fongsul
Fyrrverandi franski forsetin er dømdur trý ára fongsul fyri mutur, tvey ár eru treytað

Nicolas Sarkozy var forseti í Fraklandi frá 2007 til 2012
01.03.2021 - 14:42
Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, skal í fongsul. Hann varð í dag dømdur trý ára fongsul fyri mutur. Tvey ár eru treytað, meðan tað eina árið er treytaleyst fongsul.
Nicolas Sarkozy var franskur forseti frá 2007 til 2012. Hann var ákærdur fyri at hava roynt at mutra seg til upplýsingar, við at lova einum fronskum dómara eitt starv í Monaco.
Dómarin, Gilbert Azibert, er eisini ákærdur.
Upprunaliga sakarmálið snúði seg um, at Nicolas Sarkozy hevði tikið ímóti ólógligum stuðli frá Liliane Bettencourt, sum er ein múgvandi kvinna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV