- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mohammed Bin Salman gav boð um at drepa Khashoggi

Tað vísur kanning hjá amerikansku fregnartænastuni, skrivar DR. Fyrisitingin hjá Joe Biden, forseta, kunngjørdi úrslitið av kanningini í gjárkvøldið.
Hetta er tekin um, at nýggja stjórnin í USA fer at handfara støðuna í Miðeystri øðrvísi enn Donald Trump. Í 2019 sýtti Trump fyri at kanna Khashoggi drápið. Undir valstríðnum lovaði Joe Biden, at øll lond skulu standa til svars fyri brot á mannarættindi. At úrslitið av Khashoggi kanningini nú er alment, er liður í hesum lyfti, siga greinarar, sambært DR.
Jamal Khashoggi var kendur politiskur andstøðingur, ættaður úr Saudiarabia, og í sínum yrki sum tíðindamaður skrivaði hann kritiskar greinar um kongsdømi í heimlandi sínum.
2. oktober 2018 fór Jamal Khashoggi inn á saudiarabiska konsulátið í Istanbul. Hann skuldi fáa okkurt í rættlag í samband við at hann skuldi giftast. Unnustan bíðaði uttanfyri. Hann varð myrdur, og líkið varð burturbeint.
Drápið elvdi til fleiri diplomatiskar kreppur, tí eingin vildi taka ábyrgdina fyri horvna tíðindamannin. Trýst og politisk revsitiltøk frá fleiri londum fekk í 2019 Mohammed bin Salman, krúnprins í Saudi Arabia, at biðja um umbering fyri drápið, men hann tvíhelt um, at hann visti einki um málið. Men amerikanska fregnartænastan er ósamd.