- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísfjall loysnað í Antarktis
Ísfjall loysnað í Antarktis
Ísfjallið er góðar 1.270 ferkilometrar til støddar, líka stórt sum býurin Los Angeles

Tilvildarlig mynd av Antarktis
27.02.2021 - 10:20
Ísfjallið er loysnað umleið 20 km. frá bretsku granskingarstøðini, Halley, sigur British Antarctic Survey, stytt BAS. Eingin býr í løtuni á støðini, sum er stongd um veturin.
Stórar rivur vóru sæddar longu fyri 10 árum síðani, men tilgongdin hevur tikið dik á seg seinasta árið, skrivar BAS í fráboðan. At enda gjørdist rivan so stór, at ísfjallið loysnaði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV