- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden givið boð um fyrsta álopið

Tað var Joe Biden, forseti, sum gav boð um at bumba eina herstøð í økinum, tí har halda hermenn til, sum eru vinarliga sinnaðir mótvegis Iran, skrivar AFP.
Boðini um at bumba í økinum komu eftir fleiri rakettálop á amerikanskar hermenn, upplýsir ovasti talsmaðurin í amerikanska verjumálaráðnum, John Kirby.
Iran vísir skuldsetingum aftur
Deildirnar, sum nú eru bumbaðar, skutu rakettir eftir eini amerikanskari herstøð hálvan februar, og nakrar dagar seinni vórðu amerikanskir hermenn særdir í einum álopi norðan fyri Bagdad.
Amerikanska verjumálaráðið hevur skuldsett Iran fyri at skipa fyri álopunum í Irak, men tí hevur Iran víst aftur. Hetta er fyrsta álopið, sum Joe Biden, forseti, hevur givið boð um, eftir at hann tók við sum forseti.
Álopið sendir greið boð um, at amerikanski forsetin hevur sett sær fyri at verja amerikanskar hermenn og hermenn hjá sameindu deildunum í Irak, sigur talsmaðurin.