Finnland letur aftur í tríggjar vikur

bannari
Finnland letur aftur í tríggjar vikur
Støðan við koronu er versnað síðani jólum, og bretska frábrigdið breiðir seg skjótt í landinum
Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, hevur boðað frá, at neyðugt verður at lata landið aftur, tí korona er aftur farið at breiða seg í landinum
 
25.02.2021 - 09:38

Finnland letur aftur í nakrar vikur, fyri at fáa tamarhald á koronasmittuni. Tað boðaði finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, frá á tíðoindafundi í morgun, skrivar finska kringvarpið, YLE.

Forsætisráðharrin segði, at støðan við koronu er versnað síðani á jólum, og størsta orsøkin er, at bretska slagið av korona breiðir seg skjótt í landinum.

Eg veit, at tit eru troytt, og tað eri eg eisini. Men vit mugu hava í huga, at bretska slagið av koronu breiðir seg skjótt, og tí eru tiltøk neyðug, segði hon.

Tiltøkini verða sett í verk frá 8. mars, og skulu fyribils vara í tríggjar vikur.

Skúlagongd heima við hús

Millum annað verða øll uttanhýsis tiltøk avlýst, og matstovur sleppa ikki at hava opið. Allir næmingar, sum eru eldri enn 13 ár, skulu ganga í skúla heima, og fólk skulu eisini í størst møguligan mun arbeiða heima.

Tað er ábyrgdin hjá stjórnini at syrgja fyri fyri trygdini hjá fólkinum, fyri at fáa tamarhald á støðuni. Við strangari tiltøkum kunnu vit skjótari fáa eina betri tilveru aftur, segði Maria Ohisalo, innanríkisráðharri, á tíðindafundinum.

Í Finnlandi eru 50.000 fólk smittað við koronu, og 716 fólk eru deyð, síðani koronasmittan tók seg upp í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097