Rættarmál um svik við kvotum byrjar í dag

Rættarmál um svik við kvotum byrjar í dag
Reiðarin er ákærdur fyri at hava útvegað sær kvotur fyri fleiri 100 milliónir, við hjálp frá strámonnum
Málið um svik við kvotum verður viðgjørt í rættinum í Holstebro
Mynd: TVMV  
 
24.02.2021 - 10:20

Í dag byrjar eitt sakarmál í Danmark um svik við fiskakvotum. 

Tað er reiðarin, Henning Kjeldsen, sum er ákærdur fyri at hava tiltuskað sær kvotur fyri fleiri 100 milliónir kr., við hjálp frá strámonnum, skrivar Ritzau.

Ákæruvaldið krevur reiðaran dømdan stóra bót, umframt at hald verður lagt á 231 milliónir kr., sum hann skal hava fingið burtur úr ólógligu kvotunum.

Ákæruvaldið krevur eisini, at ein advokatur og ein grannskoðari, sum hava undirskrivað roknskapirnar hjá reiðaranum, verða dømdir at missa rættin at virka á sínum øki.

Fiskur endaði á færri hondum

Skipanin við at keypa og selja kvotur, kom í gildi í Danmark í 2002.

Long tíð gekk kortini ikki, fyrr enn atfinningar komu um, at rætturin til fiskin endaði á færri og færri hondum, hjá sonevndum kvotubarónum.

Í 2017 fanst ríkisgrannskoðanin at skipanini.

Tað hevði við sær, at táverandi ráðharrin í matvøru- og fiskivinnumálum, Esben Lunde larsen, mátti lata málsøkið frá sær til Karen Ellemann, ráðharra.

Tað er júst tann parturin sum ger sakarmálið serligt, sigur professarin í fyrisitingarrætti, Frederik Waage, við Ritzau.

- Tí við sakarmálinum fáa fólk innlit í tað, sum veruliga hendi við keypi og sølu av kvotum, sigur professarin. Tað er serligt, at ákæruvaldið krevur bæði bót, og at hald verður lagt á pening, eftir at eitt ráð hevur viðgjørt og umsitið eitt mál, sigur hann.

Viðgjørt í Holstebro

Málið skuldi byrja í januar, men koronatiltøk forðaðu fyri tí. Nú er rættarsalurin í Holstebro umskipaður, so vandin fyri koronu verður sum minst.

Verjin hjá Henning Kjeldsen, Olaf Koktvedgaard, vil ikki siga fyri Ritzau, hvørja støðu reiðarin hevur til ákærurnar.

25 dagar eru settir av til sakarmálið, og væntandi fellur dómur í málinum í mai ella juni, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097