Hasfjord eisini tikin úr sigling

Hasfjord eisini tikin úr sigling
Hasfjord hevur tekniskar trupulleikar, og Sam ger farmatúr til Nólsoyar hósdagin
Hasfjord er tikin úr sigling hesa vikuna, tí skipið hevur tekniskar trupulleikar
 
23.02.2021 - 15:51

Strandfaraskipið Hasfjord hevur fingið tekniskar trupulleikar og siglir ikki hesa vikuna.

Tað var fríggjadagin, at Hasfjord fekk trupulleikar, og fór á skipasmiðjuna Mest í Havn. Ein ventilur til bógskrúvuna er farin.

Nú er greitt, at trupulleikin er størri enn fyrst hildið, og Hasfjord siglir ikki í hesari vikuni.

- Væntandi fer Hasfjord at sigla aftur í næstu viku, sigur Marin Hentze Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.

Hasfjord skuldi gera farmatúr til Nólsoyar hósdagin, tá ið oljubilur og annar farmur skuldi út til Nólsoyar.

Nú verður Sam tikin úr sigling á Kalsoyarleiðini hósdagin, og hann siglur so farmatúrin til Nólsoyar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151