- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll flogførini tikin úr flúgving

Amerikanska flogfelagið, United Airlines, hevur boðað frá, at øll 24 Boeing-777 flogførini hjá felagnum eru tikin úr flúgving og sett.
Tað hendir, eftir at eldur kom í ein motor á einum flogfari av hesum slagnum um vikuskiftið.
Flogfarið neyðlendi í Denver. 231 ferðafólk vóru við flogfarinum umframt manningina, ið taldi 10 fólk. Flogfarið skuldi til Hawai, skrivar Ritzau.
Tætt við Denver funnu fólk stórar metallutir, sum vóru dotnir av motorinum á flogfarinum.
Flogmyndugleikin, Federal Aviation Administration, hevur nú sett krav um, at Boeing-777 flogførini, sum hava hesar motorarnar, verða kannað.
Japan hevur eisini noktað flogførum av hesum slagnum at koma til landið. Umframt óhappið um vikuskiftið, hevði eitt flogfar av sama slag líknandi motortrupulleikar í desember.
Tað flogfarið mátti venda aftur.