- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á lista yvir serligar fótbóltsvøllir

Í útgávuni hjá bretska blaðnum, The Sun, er yvirlit yvir 10 teir løgnastu fótbóltsvøllirnar í heiminum. Og hóast vøllirnir eru løgnir, so verða dystir spældir har.
Vøllurin á Toftum, Svangaskarð, er á listanum hjá The Sun. Tað serliga við Svangaskarði er, sambært The Sun, at vøllurin um umgirdur av grønum bøi, og at útsýni er út á tað bláa hav.
Í Serbia er ein fótbóltsvøllur uppi á tekjuni á eini handilsmiðstøð í Beograd. Station Vozdovac-vøllurin lýkur øll krøv hjá UEFA til Evropa League og Champions League-dystir.
Í Sveis er vøllurin hjá fótbóltsfelagnum Gspon, Ottmar Hitzfeld vøllurin, á hesum listanum. Vøllurin er í fjallalendinum í Sveis og er hægstliggjandi vøllur í heiminum. Ikki er koyrandi til vøllin. Men í eini bygd nærindis er rennistrongur niðan á vøllin.