Ein umsøkjari til sjey kommunulæknastørv

Ein umsøkjari til sjey kommunulæknastørv
Søkt er um annað starvið á Tvøroyri
Sjey størv vórðu lýst leys, men bara ein umsókn kom
 
19.02.2021 - 08:43

Bara ein umsøkjari er til tey sjey kommunulæknstørvini, sum vórðu lýst leys herfyri. 

Søkt er um annað starvið á Tvøroyri.

Í Norðoya læknadømi var eitt starv leyst at søkja. Í Suðuroyar læknadømi vóru trý størv leys at søkja, tvey á Tvøroyri og eitt í Vági. 

Í Skálafjarðar læknadømi vóru tvey størv leys at søkja, eitt í Runavík og eitt á Strondum, fyribils, tí arbeitt verður við at savna læknarnir í Skálafjarðar læknadømi í Heilsudeplinum í Runavík.

Og í Vestmanna læknadømi var eitt kommunulæknastarv leyst, tað er í Kollafirði.

Ymiskt er, hvussu nógv fólk eru knýtt at viðtalunum. Tey eru 1.000 í Vági og 1.750 í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117