- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norska lodnukvotan um at vera uppi
Norska lodnukvotan um at vera uppi
68 norsk skip fingu loyvi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi, og 57 skip hava brúkt loyvið

Norska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er sløk 42.000 tons, og nú eru góð 1700 tons eftir
18.02.2021 - 09:44
Norska lodnukvotan við Ísland er um at vera uppi. Norðmenn kunnu fiska lodnu til og við 22. februar.
Kvotan er 41.808 tons, og í gjár vóru 1.733 tons eftir, upplýsa fiskiveiðumyndugleikarnir í Íslandi.
Í gjár fiskaðu átta norsk skip lodnu við Ísland. Har vóru eisini fýra føroysk, sjey íslendsk og eitt grønlendsk skip.
68 norsk skip fingu loyvi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi, og 57 skip hava brúkt loyvið.
Norsku skipini landa í Noregi, Føroyum og í Íslandi. Tey hava fingið góðan prís, viðhvørt sera góðan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV