Facebook strikar tíðindi úr Avstralia

Facebook strikar tíðindi úr Avstralia
Facebook góðtekur ikki, at ein partur av yvirskotinum skal rindast í miðlastuðli til viðurkendar fjølmiðlar í landinum
Í framtíðini fara privatir brúkarar í Avstralia hvørki at kunna deila ella síggja tíðindagreinar hjá hvørjum øðrum
 
18.02.2021 - 09:16

Sosiali miðilin, Facebook, strikar nú øll tíðindi frá fólki í Avstralia.

Tað stendur í einum tíðindaskrivi, sum Facebook sendi út í gjár, skrivar Ritzau.

Avgerðin er tikin í kjalarvørrinum á einum umstríddum lógaruppskoti í Avstralia.

Sambært lógaruppskotinum skal Facebook í framtíðini rinda ein part av yvirskotinum í miðlastuðli til viðurkendar fjølmiðlar í landinum.

Lógaruppskotið er ikki fallið í góða jørð hjá Facebook, sum nú hevur gjørt av at strika øll tíðindi, sum fólk í Avstralia deila á Facebook.

- Lógaruppskotið ger seg grundleggjandi inn á viðurskiftini millum okkara samskiftispall og útgevarar, sigur Facebook í tíðindaskrivinum.

Í framtíðini fara privatir brúkarar í Avstralia hvørki at kunna deila ella síggja tíðindagreinar hjá hvørjum øðrum.

Sambært Facebook var umsetningurin hjá avstralskum útgevarum í fjør umleið tvær milliardir krónur á Facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097