Erla Kongsdóttir styttir siglingartíðina

Erla Kongsdóttir styttir siglingartíðina
Ferðaætlanin verður broytt, og men túratalið er óbroytt
Í nýggju ferðaætlanini verður siglingartíðin hjá Erlu Kongsdóttir stytt, úr 30 minuttum niður í 20 minuttir
 
17.02.2021 - 08:41

Nú Erla Kongsdóttir hevur siglt á Nólsoyarleiðini í seks vikur, verður ferðaætlanin broytt.

Talan er um smærri broytingar, tí royndirnar við skipinum hava víst, at til ber at stytta siglingartíðina millum Havnina og Nólsoy við 10 minuttum hvønn vegin, úr 30 minuttum niður í 20 minuttir. 

Tískil er ferðaætlanin broytt í mun til siglingartíðina, har flestu fráferðirnar eru broyttar við 5 - 10 minuttum. Talið av túrum er óbroytt. 

Fyrsti túrurin gerandisdag av Havnini er fluttur frá 6:45 til kl. 7:00, meðan fráferðin úr Nólsoy er flutt frá 7:15 til 7:20.

Broytingarnar koma í gildi mánadagin.

Nýggja ferðaætlanin sæst her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151