Katalonia: Loysingarrørslan styrkir støðuna

Katalonia: Loysingarrørslan styrkir støðuna
Sosialistaflokkurin er størsti flokkur í spanska landspartinum eftir valið í gjár
Úrslitið av valinum í Katalonia í gjár vísir, at loysingarflokkarnir hava styrkt støðu síni, men sosialistaflokkurin er størsti flokkur í tinginum
 
15.02.2021 - 09:19

Loysingarrørslan styrkir støðu sína í tinginum í spanska landspartinum, Katalonia.

Tað vísir úrslitið av valinum í gjár, nú 99 prosent av atkvøðunum eru tald.

Teir tríggir loysingarflokkarnir fáa tilsamans 74 av 135 tingfólkum í tinginum

Sosialistaflokkurin hjá Pedros Sanches, forsætisráðharra í Spania, fær flest tingfólk. 

Lýsti Katalonia sjálvstøðugt

Valið í gjár var hálvt fjórða ár eftir, at loysingarstjórnin hjá Charles Puigdemont skipaði fyri einari fólkaatkvøðu um loysing frá Spania, og lýsti Katalonia at vera sjálvstøðuga tjóð.

Hetta elvdi til nógvan ófrið, og Puigdemont flýddi til Belgia fyri ikki at vera handtikin, men níggju aðrir politiskir leiðarar vórðu fongslaðir í oktober 2019 fyri sín leiklut í loysingarroyndini.

Hóast nógva ófriðin, sum var í kjalarvørrinum av loysingarstríðnum, er spurningurin um loysing í Katalonia ikki so nógv á breddanum nú, skrivar The Guardian.

Orsøkin er, at fleiri av loysingarrørslunum kunnu ikki semjast innanhýsis um leistin, skrivar blaðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097