Spyr nú aftur um nevndir og ráð

Spyr nú aftur um nevndir og ráð
Høgni Hoydal vil vera við, at landsstýrisfólk velja síni egnu fólk, m.a. fyrrverandi tingfólk, úr egnum flokki
Týsdagin fer tingið at taka støðu til, um løgmaður skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Høgna Hoydal í Tjóðveldi um nevndir og ráð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.02.2021 - 14:51

Løgmaður hevur nú fingið spurningarnar um nevndir og ráð í skrivligum fyrispurningi, sum hann sjálvur mælti til, tá ið hann fekk spurningarnar eftir grein 52a í tingskipanini.

Høgni Hoydal í Tjóðveldi vil hava at vita, hvussu nógv fólk, løgmaður og hini í landsstýrinum hava sett í nevndir og ráð síðani valið í 2019, og hvørji tey eru.

Tað skilst á spurningunum, at landsstýrisfólkini velja síni egnu fólk í nevndir og ráð, millum annað fyrrverandi tingfólk úr egnum flokki. 

Atkvøða týsdagin 

Løgmaður vísti á tingskipanina, sum sigur, at ein grein 52a spurningur skal vera stutt og greitt orðaður.  

Tað er spurningurin hjá Høgna Hoydal ikki, skiltist á svarinum hjá løgmanni.

Hann er langur og sera umfatandi, segði Bárður á Steig Nielsen.

Á næsta tingfundi, sum verður týsdagin, skal løgtingið atkvøða, um skrivligi fyrispurningurin hjá Høgna Hoydal skal svarast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835