Barnloysi: Fáa nú viðgerð í Keypmannahavn

Barnloysi: Fáa nú viðgerð í Keypmannahavn
Korona hevur havt við sær, at stígur er komin í viðgerðirnar, men nú fer at bera til, sigur Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið fer nú at senda sjúklingar á fertilitetsklinikk í Keypmannahavn
 
11.02.2021 - 10:08

Landssjúkrahúsið sendir nú sjúklingar, ið hava tørv á viðgerð fyri barnloysi, til fertilitetsklinikk í Keypmannahavn. 

Støðan viðvíkjandi koronu hevur verið atvoldin til, at stígur er komin í viðgerðirnar, sum hava verið gjørdarí Íslandi seinnu árini. 

Men nú fer væntandi at bera til at bjóða viðgerð, hóast umstøðurnar.

Pørini, sum hava bíðað longst, verða send til viðgerðar fyrst, og pør, ið eru nær aldursmarkinum fyri viðgerð, verða eisini raðfest.

Fáa boð frá Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið setur seg í samband við tey fáu pørini, ið eru í viðgerðargongd, og hava fryst egg í Íslandi um, hvussu víðari skal farast fram, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Tey, ið hava fingið játtað viðgerð, fáa boð frá Landssjúkrahúsinum, tá ið tey skulu byrja í viðgerð. 

Tað kann taka eina tíð, áðrenn øll hava fingið boð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114