Ríkisrættarmálið móti Trump heldur fram

Ríkisrættarmálið móti Trump heldur fram
56 senatorar atkvøddu fyri, at ríkisrættarmálið móti fyrrverandi forsetanum stríðir ikki ímóti stýrisskipanini
Ríkirættarmálið móti Donald Trump heldur fram
 
10.02.2021 - 09:20

Ein meiriluti í amerikanska Senatinum atkvøddi í gjárkvøldið okkara tíð fyri at halda fram við ríkirættarmálinum móti Donald Trump. 

56 senatorar atkvøddu fyri, at ríkisrættarmálið móti fyrrverandi forsetanum stríðir ikki ímóti stýrisskipanini.

Fleiri republikanarar og sakførarar hjá Trump hava annars grundgivið við, at tað er í stríð við stýrisskipanina, at eitt ríkisrættarmál verður reist móti einum fyrrverandi forseta.

Seks av teimum 50 senatorunum hjá republikanarunum atkvøddu fyri ríkisrættarmáli, meðan hinir atkvøddu ímóti.

Í minsta lagi 67 senatorar skulu atkvøða fyri, um forsetin skal verða funnin sekur. Hann er ákærdur fyri at hava eggjað til uppreistur í høvuðsstaðnum 6. januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835