- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump ætlaði at broyta valúrslitið
Trump ætlaði at broyta valúrslitið
Umsitingarleiðarin í statinum, Georgia, hevur nú sett eina kanning í verk

09.02.2021 - 07:31
Skrivstovan hjá Brad Raffensperger, sum er umsitingarmálaráðharri í statinum Georgia, hevur sett í verk kanning av royndini hjá Donald Trump at broyta valúrslitið í statinum, skrivar Reuters.
Kanningin kemur eftir at tað gjørdist greitt, at táverandi forsetin í telefonsamrøðu royndi at leggja trýst á Raffensperger fyri at fáa hann at broyta valúrslitið í Georgia, har demokraturin Joe Biden vann tepran sigur.
Talsfólk hjá Raffensperger, Walter Jones, sigur við tíðindastovuna hjá Reuters, at kanningin er fyrisitingarlig og skal leita fram allar upplýsingar í málinum.
– Møgulig løgfrøðilig tiltøk skal løgmálaráðið í statinum taka sær av, sigur Walter Jones.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV