Russland: Fleiri deyð av koronu enn upplýst

bannari
Russland: Fleiri deyð av koronu enn upplýst
Russland boðar frá, at í fjør doyðu meira enn 162.400 fólk av koronu. Tað eru størri tøl enn Russland higartil hevur upplýst
 
09.02.2021 - 06:21

Í Moskva vóru 5.200 andlát av koronu - bara í desember í fjør. Russiski hagtalsmyndugleikin, Rosstat, kunngjørdi hagtølini í gjár.

Nýggju tølini eru munandi størri enn tølini, sum russiski átaksbólkurin fyri koronu hevur almannakunngjørt. Átaksbólkurin hevur upplýst, at 57.500 eru deyð í fjør av koronu.

Við nýggju hagtølunum liggur Russland á triðjaplássi yvir andlát, eftir USA og Brasilia. Í Russlandi búgva 145.000.000 fólk, í USA 328.000.000 og í Brasil 213.000.000 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097