Atkvøða um barsilsuppskotið í dag

Atkvøða um barsilsuppskotið í dag
Málið kann hótta samgonguna, tí Johan Dahl í Sambandsflokkinum er við í meirilutanum hjá andstøðuni í Vinnunevndini, sum tekur undir við uppskotinum
Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, og Johan Dahl, sum er við í meirilutanum í nevndini, ið tekur undir við uppskotinum
 
09.02.2021 - 08:50

Í dagsskránni fyri tingfundin í dag er onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla um uppskotið um at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum.

Málið kann hótta samgonguna, tí Johan Dahl í Sambandsflokkinum er við í meirilutanum hjá andstøðuni í Vinnunevndini, sum tekur undir við uppskotinum.

Minnilutin í nevndini, Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum, sigur, at avtala er í samgonguni um, at lógarbroytingar bara verða gjørdar, um semja er um tær í samgonguflokkunum. 

Samgongan hevur onga semju um, at hetta uppskotið skal samtykkjast, og tí taka teir báðir ikki undir við tí. 

Kanna broytingar

Átta tinglimir í andstøðuni eiga uppskotið um at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum.

Funnist hevur verið at uppskotinum, tí øll samkynd kunnu ikki brúka tað, verður sagt.

Ingilín Strøm í Javnaðarflokkinum er millum tey átta, sum eiga uppskotið.

Hon segði við Útvarpið leygardagin, at kannað verður, um onkur broyting skal gerast í uppskotinum

Tingfundurin í dag er kl.11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835