- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herða tiltøk í Bergen

Býráðið í norska býnum Bergen hevur - saman við grannakommununum - biðið norsku stjórnina um at herða verjutiltøkini, eftir at fleiri tilburðir av suðurafrikanska og bretska frábrigdinum av korona-smittuni eru staðfestir seinastu dagarnar.
Tað váttar borgarstjórin í Bergen, Roger Valhammer, fyri norska miðlinum VG.
Í gjár vórðu átta nýggir tilburður av teimum báðum nýggju frábrigdunum av koronasmittuni staðfestir í Bergen. Seks av teimum vóru bretska frábrigdið - hinir báðir vóru suðurafrikanska.
Bergen hevur nú staðfest tilsamans 23 smittutilburðir av nýggju frábrigdunum, sum smitta verri enn tann upprunaliga korona-smittan.
Tekur stjórnin undir við umbønini hjá býráðslimunum í Bergen, verður roknað við, at somu átøk verða sett í verk, sum longu eru galdandi í Oslo.
Har eru at kalla allir skúlar, handlar og arbeiðspláss stongd. Fólk skulu arbeiða heimanífrá, og flestu skúlabørnini fáa frálæru við hús gjøgnum internetið.
Mælt verður samstundis frá, at íbúgvarnir í norska høvuðstaðnum vitja hvønn annan og at teir ferðast - uttan so at tað er alneyðugt.