Navalny fer at kæra dómin

Navalny fer at kæra dómin
Leiðarar í vesturheiminum krevja, at russiski andstøðingurin veðrur latin leysur í stundini
Alexei Navalny skal sita tvey ár og átta mánaðir í fongsli, men dómurin verður kærdur
 
03.02.2021 - 11:18

Fleiri enn 1000 fólk vórðu handtikin í Russlandi í gjár, eftir at andstøðingurin, Alexei Navalny, varð dømdur hálvt fjórða ára fongsulsrevsing fyri at bróta treytirnar í einum treytaðum dómi, hann fekk í 2014.

Tá dómurin varð kunngjørdur, fóru nógv fólk út á gøturnar at mótmæla, men væl mannað og vápnað politistalið stóðu fyri teimum.

Navalny helt ikki treytirnar í dóminum, tá hann varð fluttur til Týsklands til viðgerðar, eftir at hann var eitraður.

10 mánaðir tiknir burturav

Hóast Navalny fekk hálvt fjórða ára fongsul, tók dómarin 10 mánaðir burturav, sum Navalny hevur sitið í varðhaldi. Hann skal tí sita tvey ár og átta mánaðir.

Toymið hjá Navanly sigur, at tey fara at kæra dómin.

Fleiri leiðarar í vesturheiminum hava fordømt dómin, sum Navalny hevur fingið, og biðja Russland um at lata hann leysan alt fyri eitt.

Týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, kallaði dómin fyri ein dyggan smeit fyri russiska rættarsamfelagið.

Boris Johnson, bretski forsætisráðharrin, kallaði dómin fyri dirvisleysan, sum als ikki megnar at veita nakra rættartrygd.

USA stúrir

Nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, segði, at USA stúrir fyri gongdini, og at Navalny eigur at verða latin leysur í stundini.

Eisini Jeppe Kofod, danski uttanríkisráðharrin hevur fordømt dómin. Hann sigur, at dómurin er ræðuligur.

Eftir dómurin varð kunngjørdur, segði Navalny, at stuðlarnir skulu ikki ræðast russisku stjórnina.

- Tit kunnu ikki fongsla eitt heilt land, segði hann.

- At búra meg inni, er ikki torført, men hetta er fyri at ræða tykkum. Tey fongsla ein fyri at ræða fleiri milliónir, segði Navalny, áðrenn hann var førdur burtur.

Nýggj ákæra

The Guardian skrivar, at rættarfundurin í gjár helst verður tað síðsta, almenningurin fer at síggja til Navalny í rúma tíð, tí russiskir ákærar fyrireika í løtuni eitt nýtt sakarmál móti honum.

Hesaferð verður Navalny ákærdur fyri millum annað svik, sum kann geva upp í 10 ára fongsulsrevsing, verður hann dømdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962