- Tíðindi, mentan og ítróttur
Thunberg og Trump tilnevnd friðarheiðurslønina

Greta Thunberg og Aleksej Navalny eru millum tey tilnevndu at fáa Nobel-friðarheiðurslønina í 2021. Og heimsheilsustovnurin WHO er eisini tilnevndur.
Í dag er seinasta freist at koma við tilnevningum til heiðurslønina, sum verður latin í oktober.
Fleiri túsund fólk kring heimin, millum annað tinglimir og fyrrverandi vinnarar, sleppa at gera tilnevningar til friðarheiðurslønina. Dómsnevndin, sum ger av, hvør fær friðarheiðurslønina, avdúkar ikki, hvørji eru tilnevnd, men tey sum tilnevna, kunnu sjálvi avdúka tað, og tað eru tað fleiri sum gera.
Greta Thunberg er tilnevnd sum eitt av fremstu talsfólkum í stríðnum móti veðurlagskreppuni, og Aleksej Navalny er tilnevndur fyri sítt friðarliga stríð fyri demokratisering av Russlandi.
Onnur tilnevnd eru millum annað Donald Trump, altjóða rúmdarstøðin ISS og altjóða skótarørslan.