- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongukreppa í Grønlandi
Samgongukreppa í Grønlandi
Tað hevur elvt til rok, at borgarafundir um eitt ætlað nám har suðuri í Grønlandi, verða útsettir

29.01.2021 - 08:38
Kreppan byrjaði, tá ið leiðslan í flokkinum Siumut boðaði frá, at borgarafundirnir um ætlaða námið norðan fyri Narsaq har suðuri í Grønlandi eiga at vera útsettir. Teir skuldu annars byrja í næstu viku.
Borgarafundir skulu vera í fimm plássum. Teir eru longu útsettir einaferð fyrr. Næstforkvinnan í Siumut, Vivian Motzfeldt, sigur, at ikki ber til at halda slíkar fundir, nú korona er.
Demokratarnir, sum eru í samgonguni, góðtaka als ikki hetta. Flokkurin ivast nógv í, um hann skal halda fram at stuðla samgonguni. Og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, sigur seg ikki longur kenna flokk sín, Siumut, aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV