Eingin trupulleiki at útflyta fisk til Kina

Eingin trupulleiki at útflyta fisk til Kina
Heilsufrøðiliga starvsstova hevur longu í ár skrivað 52 heilsuváttanir, sum eru farnar saman við fiski til Kina
Ræðslan fyri koronu hevur fingið kinesiskar myndugleikar at herða krøvini, men Føroyar fingu alt í rættlag fyri 1. januar
 
27.01.2021 - 15:40

Grønland sleppur ikki av við svartkalva og rækjur í Kina.

Tey liggja í frystigoymslum í Grønlandi, Danmark og aðrastaðni í Evropa.

Talan er um vørur fyri nógvar milliónir krónur.

Men Føroyar hava ikki hendan trupulleikan.

52 heilsuváttanir

Heilsufrøðiliga starvsstova hevur longu í ár skrivað 52 heilsuváttanir, sum eru farnar saman við fiski til Kina.

Talan er um 51 heilsuváttanir til laks og eina til frysta hýsu. Tær eru allar góðkendar í Kina, sigur Bjørg Mikkelsen, lívfrøðingur á Matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Heilsufrøðiliga starvsstova fekk nýggj krøv úr Kina til heilsuváttanir til fisk, sum verður útfluttur til Kina.

Og tað eydnaðist at fáa alt í lag fyri 1.januar í ár.

Tað var ræðslan fyri koronu, sum fekk kinesisku matvørumyndugleikarnar at seta nýggj krøv.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881