- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki steingir markið til Norra

Á midnátt varð markið millum Norra og Svøríki stongt, so norðmenn ikki longur kunnu ferðast ótarnað til Svøríkis.
Tað skrivaði svenska uttanríkisráðið á heimasíðuni seinnapartin í gjár, sunnudagin.
Óvist, hvør ítøkiliga orsøkin er
Einki verður nevnt um ítøkiligu orsøkina til stongsilin, men tað kemur eftir at bretska brigdið av koronusmittuni er staðfest í fleiri kommunum í Østlandet í Norra.
Stóra Bretland stendur eisini á dagførda listanum við londum, har svenska uttanríkisráðið frámælir øllum svium at vitja um tað ikki er hægst neyðugt.
Forboðið varð sett í verk á midnátt, og forboðið er í fyrstu atløgu galdandi til 14. februar, sambært norska kringvarpinum, NRK.
Stúra fyri nýggjum útbroti
Svensku myndugleikarnir stúra fyri, at nógvir norðmenn, sum búgva í landsynningspartinum í Norra, fara yvir um markið til Svøríkis, tí norsku átøkini eru so strong.
Tískil óttast myndugleikarnir í Svøríki nýggj smittuútbrot í landinum, um markið millum londini ikki varð stongt nú.
Bara fólk, sum búgva í landsynningspartinum í Norra og sum arbeiða í Svøríki, sleppa nú at ferðast ótarnað tvørtur um landamarkið eftir at forboðið kom í gildi.