Starvsmannafelagið ætlar at broyta navn

Starvsmannafelagið ætlar at broyta navn
Felagið verður 60 ár 23. februar
Í sambandi við, at Starvsmannafelagið fyllir 60 ár,ætlar felagið fáa nýtt navn
 
25.01.2021 - 15:59

Starvsmannafelagið vil hava nýtt navn. Í hesum sambandi skipar felagið fyri eykaaðalfundi týsdagin 9. februar, har limirnir skulu taka støðu til navnabroyting.

Í fráboðanini til limirnar verður einki sagt um, hvat navnið verður, men á eykaaðalfundinum er uppskot frá nevndini um viðtøkubroyting um at broyta navnið á felagnum, sum verður 60 ár 23. februar.

Nýggja navnið verður so kunngjørt á 60 ára degnum. Støðan við koronu ger, at limir, sum ætla sær á eykaaðalfundin, skulu boða frá í seinasta lagi 5. februar. Teir verða síðani kunnaðir um, hvussu fundurin verður hildin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114