- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðhaldsfólk sleppa ikki at mótmæla
Viðhaldsfólk sleppa ikki at mótmæla
Russland fer at nokta viðhaldsfólkum hjá fongslaða andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj, at mótmæla

Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, varð fongslaður, tá hann vendi heim aftur til Russlands síðsta vikuskifti
22.01.2021 - 15:49
Russland loyvir ikki, at viðhaldsfólk hjá fongslaða andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj, kunnu mótmæla í morgin og krevja, at hann verður leyslatin.
Tað verður noktað, tí at tey, sum skipa fyri, fara at øsa fólkið, verður sagt.
– Ætlanin, at halda almennar fundir, sum ikki eru góðkendir, og har fólk verða eggjað at mótmæla, verður skilt sum ein hóttan móti almennu skipanini. Tílíkt óskil verður steðgað beinanvegin, boðar løgreglan í Moskva frá.
Tað skrivar tíðindastovan, AFP. Kira Jarmysj, sum er talsfólk hjá Aleksej Navalnyj, er fongslað í níggju dagar, verður sagt á hennara Twitter-vangamynd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV