- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES umhugsar at herða átøkini

Í gjárkvøldið vóru teir 27 stjórnarleiðararnir í ES-londunum á netfundi við ES-leiðsluna, har spurningar og ivamál í sambandi við COVID-19 sjúkuna vóru á skránni.
Millum annað bleiv umrøtt, um ferðabann skal setast millum londini, ella um átøkini móti ferðing skulu herðast, men eingin semja varð gjørd um hetta.
Niðurlendski forsætismálaráðharrin Mark Rutte segði aftan á fundin, at sjálvt um tað hevur stóran týdning ikki at ferðast, so er ikki løgfrøðiligt grundarlag fyri at seta eitt ferðabann alt fyri eitt.
Øll ES-londini mangla skamtar til koppseting
Forkvinnan í ES-kommissiónini, Ursula von der Leyen, vísti á týdningin av at halda handilsleiðirnar opnar fyri at tryggja, at vørur koma fram.
Eitt vandamál beint nú er, at øll ES-londini mangla skamtar til koppseting. Aftan á netfundin, sum vardi fýra tímar, segði danski stjórnarleiðarin Mette Frederiksen við fjølmiðlar, at ES eigur at leggja trýst á framleiðararnar fyri at fáa fleiri skamtar skjótast gjørligt.
>> SÍ EISINI Koppsetingar latnar øllum ES-limalondunum
Saman við hinum ES-londunum hevur Danmark bílagt umleið 2,3 milliardir skamtar frá ymsum framleiðarum. Men enn eru vaksinurnar hjá Pfizer/BioNTech og Moderna tær einastu, sum eru góðkendar í ES.
Um eina viku skal støða takast til, um koppsetingin AstraZeneca, sum longu verður brúkt í Bretlandi, eisini skal góðkennast í ES.
Danmark fær 85.000 - 100.000 færri skamtar
Mette Frederiksen hevur skotið upp fyri ES, at skamtar frá AstraZeneca kunnu býtast út beinanvegin, so teir eru klárir at brúka, so skjótt góðkenningin er komin upp á pláss, men tað er ivasamt, um tað ber til.
Líkt er til, at Danmark fer at fáa millum 85.000 og 100.000 færri skamtar enn væntað frá Pfizer/BioNTech fyrsta ársfjórðing.
Men Mette Frederiksen sigur, at sum tað sær út nú, fer Danmark ikki at mangla skamtar í apríl, mai og juni mánaði. Føroyar fáa lut í danska partinum av skamtum.