Ongar avtalur við Bretland og ES

Ongar avtalur við Bretland og ES
Føroyar hava onga fiskiveiðuavtalu við Bretland og heldur ikki við ES
 
20.01.2021 - 07:41

Síðst í 2020 var annars gjørd ein avtala við ES um fiskiskapin í fyrsta ársfjórðingi í ár. Og mánadagin skuldu so samráðingar vera um hinar tríggjar ársfjórðingarnar. Men tær blivu av ongum.

Og nú er heldur eingin avtala um fyrsta ársfjórðing. Partarnir eru nú samdir um at samráðast um alt árið 2021, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Striltið gongur at fáa avtalu um fiskirættindi við Bretland, sum nú er farið úr ES. Nakrir fundur hava verið, men avtala er eingin. Ikki er avgjørt, nær samráðingar vera aftur við ES og Bretland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389