- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA letur landamørkini upp...og aftur

Amerikansku landamørkini skulu lata upp aftur fyri ferðandi úr Schengen londunum í Evropa um eina viku, tann 26. januar. Tað hevur amerikanski forsetin, Donald Trump gjørt av.
Men hetta verður helst av ongum. Tí longu í morgin verður kunngerðin ógildað. Tað hevur hevur Joe Biden boðað frá. Hann verður tikin í eið sum amerikanskur forseti í morgin.
So at siga innferðarforboð hevur verið til USA í seinastuni orsakað av koronustøðuni. Men hetta ætlaði Donald Trump nú at broyta, áðrenn hann fer frá sum forseti.
Skuldu lata upp fyri 26 londum
Ætlanin var at lata upp fyri ferðandi úr teimum 26 londunum í Evropa og fyri ferðandi út Brasilia, Stórabretlandi og Írlandi. Í nátt komu kortini boð frá einum talsmanni hjá Joe Biden um, at mørkini ikki verða latin upp enn á sinni.
Joe Biden verður tikin í eið sum amerikanskur forseti í morgin klokkan 17 Bæði útvarpið og sjónvarpið hjá Kringvarpinum senda frá hátíðarhaldinum.
Í útvarpinum fer breddin frá klokkan 17 at viðgera innsetanina og amerikanskan politikk, og í Sjónvarpinum verður Dagur og Vika á skránni klokkan 16:30, her gestir fara at umrøða støðuna í USA og sent verður beinleiðis frá hátíðarhaldinum.