Eftirmetingin kanska liðug í summar

Eftirmetingin kanska liðug í summar
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur svarað fyrispurningi frá Heðini Mortensen um eftirmetingina av eldraøkinum
Eftirmetingin av eldraøkinum er byrjað, men ógreitt er, nær hon verður liðug
 
19.01.2021 - 10:12

Arbeiðsbólkurin, sum er settur at eftirmeta eldraøkið, hevur havt nakrar fundir, og hevur lagt arbeiðið til rættis, men tað er ilt at siga, nær arbeiðið verður liðugt politiskt at taka støðu til.

Eitt realistiskt boð er í summar.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni.

Fakligi førleikin er ikki beinleiðis partur av eftimetingini, tí lógin um heimatænastu og eldrarøkt hevur ikki nakra áseting um normering ella fakligan førleika.

Men Mentamálaráðið hevur upplýst, at farið er at kanna tørvin á útbúnum starvsfólki á ávísum starvsøkjum næstu 10 árini, eisini tørvin á útbúnum fólki á eldraøkinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleysgdóttir.

Kommunufelagið er partur av eftirmetingini, og kommunalu eldrasamstrøvini verða tikin við í eftirmetingina, har tørvur er á tí.

Halda kommunurnar, at tørvur er á einari innanhýsis eftirmeting, tá henda eftirmetingin er liðug, kunnu tær sjálvar avgera tað, sigur landsstýriskvinnan í svarinum til Heðin Mortensen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071