- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Kunngerð um óljóð og Magn seljast
Breddin: Kunngerð um óljóð og Magn seljast
Tvey evni eru í Breddanum í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-03-25-15h17m46s082.png?itok=ku9vB4Xn)
Íslendski eigarin roynir nú at selja oljufelagið Magn
19.01.2021 - 10:36
Kommunur og vinnulívið finnast hvassliga at uppskotinum um kunngerð, sum skal avmarka óljóð frá skipum.
Uppskotið er óbrúkiligt og kann avhøvda alla vinnu, siga kommurnar og vinnan, men tær ásanna, at okkurt má gerast.
Men hvussu skal tað gerast, og nær verður tað?
Í sendingini verður kjak millum landstýrismannin, Kommunufelagið og felagið Heimafrið.
Magn seljast
Orkufelagið Magn skal hava nýggjan eigara.
Men hví vilja íslendsku eigararnir selja skal gullhønuna, sum hevði 45 milliónir kr. í avlopi í 2019 fyri skatt, og hevur vorpið meira enn 300 milliónir kr. í avlopi tilsamans seinastu 10 árini?
Breddin í útvarpinum klokkan 17:05.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV