- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið vísir hálvfinalur í steypakappingini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kyndil_kvinnur_ok.jpg?itok=qkIp_AVz)
Næstu dagarnar skulu finalistarnar í steypakappingini í hondbólti finnast.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar í í kvøld og í annaðkvøld, og leygardagin og sunnudagin verða seinnu dystirnir á skránni.
Kringvarpið fer at vísa fleiri av dystunum.
Neistin og H71 leggja fyri
Fyrsta hálfinalan verður ímillum kvinnurnar hjá Neistanum og H71, sum spæla í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 18.00.
Ilt er at taka dagar ímillum liðini. H71 er frammanfyri í landskappingini, men Neistin vann seinasta landskappingardystin ímillum høvuðsstaðarliðini.
Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo.
Í hinum dystinum í kvøld møtast menninir hjá KÍF og H71. Kollfirðingar eru ofta stinnir á heimavølli, men sum skilst mugu teir vera málverjan Milenko Jelic Jelkan fyri uttan.
Kyndil favorittur hóskvøldið
Í annaðkvøldið spæla bæði liðini hjá Kyndli á heimavølli. Kvinnurnar, sum hava vunnið allar sínar dystir í ár, eru stórfavorittar ímóti Stjørnuni.
Menninir eru fremst í Burn-deildini og mugu eisini metast at vera favorittar í klassikaranum ímóti VÍF, sum tapti fyri Neistanum í landskappingini um vikuskiftið.
Dysturin millum Kyndil og VÍF kann stroymast á kvf.fo.
Faxe Kondi-steypakappingin, fyrru hálvfinalurnar
Mikudag 12. februar
Kl. 18.00 Neistin - H71, kvinnur (kvf.fo)
Kl. 20.00 KÍF - H71, menn
Hósdagur 13. februar
Kl. 18.00 Kyndil - Stjørnan, kvinnur
Kl. 20.00 Kyndil - VÍF, menn (kvf.fo)