19 milliónir bíligari enn í fyrsta útboðnum

19 milliónir bíligari enn í fyrsta útboðnum
Tað loysti seg at bjóða arbeiðstøkuna til Autismuheimið í Kvíggjartúni á Argjum út av nýggjum
Nýggja autismuheimið, ið sæst teldugjørt á hesari myndini, skal byggjast omanfyri Albert Hall á Argjum
 
19.01.2021 - 05:44

Heimið til børn og ung við autismu verður munandi bíligari at byggja. Tað skrivar Almannaráðið í tíðindaskrivi.

Evstamark at lata inn tilboð var í gjár, og tilboðini vóru bíligari enn kostnaðarmetingin, sigur Almannaráðið.

 >> SÍ EISINI Autismuheim boðið út aftur

Í heiminum í Kvíggjartúni á Argjum verða seks bú- og viðgerðarpláss, seks umlættingarpláss og dagtilboð til 16 fólk. 

Heimið fer at kosta tilsamans 39 milliónir krónur, sigur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Lægsta tilboðið 56 milliónir í fjør

Arbeiðið var upprunaliga boðið út í fjør, og tá prísurin var hægri enn kostnaðarmetingin. Lægsta tilboðið, saman við øðrum útreiðslum, var omanfyri 56 milliónir krónur, skrivar Almannamálaráðið.

Arbeiðið hesaferð er boðið út í sjey arbeiðstøkum, fyri at fáa so góðan prís sum gjørligt. Nú skulu innkomu tilboðini kannast nærri.

Gongst sum ætlað, verður spakin settur í í vár, og arbeiðið tekur umleið hálvtannað ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497