- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarmálið móti Navalnyj longu byrjað

Rættarmálið móti russiska andstøðupolitikaranum, Alexej Navalnyj, er longu byrjað. Tað sigur talsfólkið hjá Navalnyj.
Rættargongdin er tó ikki einum í rættarsali, men á løgreglustøðini, har Navalnyj situr, í útjaðaranum í Moskva.
Sambært upplýsingum byrjaði rættarfundurin í morgun. Navalnyj er ákærdur fyri ikki at hava hildið treytirnar í einum dómi.
Handtikin í gjár
Alexey Navalnyj varð handtikin í gjár, tá hann koma aftur til Russland úr Týsklandi. Hann hevur fingið viðgerð í Týsklandi, eftir at hann varð eitraður í Russlandi í august í fjør.
Eygleiðarar siga, at Kreml kemur í eina tvístøðu. Sleppur hann undan revsing, kann tað tykjast, sum Vladimir Putin, forseti, er veikur.
Men verður hann dømdur langa fongsulsrevsing, versnar umdømið hjá Putin úti í heimi, sigur politiski greinarin, Tatjana Stanovaja.