- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunustýrisskipanin í Havn verður broytt
Kommunustýrisskipanin í Havn verður broytt
Eldranevndin fær nýtt navn, og skúlaøkið verður flutt frá Mentamálanevndini til Trivnaðarnevndina

Nýggi meirilutin í býráðnum eigur uppskotið um at broyta kommunustýrisskipanina í Tórshavnar kommunu
15.01.2021 - 08:46
Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at broyta kommunustýrisskipanina.
Uppskotið skal hava tvær viðgerðir á býráðsfundi. Tann seinna verður um minst 14 dagar.
Uppskotið eigur meirilutin í býráðnum, sum nú er Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin.
Eldranevndin fær nýtt navn og skal eita Heilsu- og eldranevndin.
Skúlaøkið verður flutt frá Mentamálanevndini til Trivnaðarnevndina.
Vinnunevndin verður nýggj nevnd undir Fíggjarnevndini, og føst Havnarnevnd kemur í staðin fyri Vinnunevndina.
Kommunustýrisskipanin fyri Tórshavnar kommunu er frá 2001.
Hon varð seinast broytt í 2017.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV